Etta Cameron

Etta Cameron & Manfred Krug (1970).

Etta Cameron (21. november 1939 Bahamaoyggjar4. mars 2010 í Århus) varð borin í heim í Nassau á Bahamaoyggjunum í 1939. Hon búsettist í Danmark í 1972, og gjørdist sum árini liðu kend og elskað í Danmark serliga fyri inniliga gospeltónleik sín. Hon hevði ikki nakað lætt lív, men gudstrúgv hennara bar ígjøgnum harðskap, neyðtøku og enntá fimm ára avbyrging handan jarntjaldið, tá hon noyddist at vera búgvandi í Berlin, orsakað av at hon misti passið burtur. Dóttir hennara, Debbie Cameron, er eisini songkvinna.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Tubidy